Við Tórði á túri - Kringvarp Føroya
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Mais episódios
-
497 - Við Tórði á túri í Koltri (3:3)Mon, 11 Nov 2024
-
496 - Við Tórði á túri í Koltri (2:3)Mon, 4 Nov 2024
-
495 - Við Tórði á túri í Koltri (1:3)Mon, 28 Oct 2024
-
494 - Við Tórði á túri við tveimum aldargomlum systkjumMon, 21 Oct 2024
-
493 - Við Tórði á túri á EydnufestivaliMon, 14 Oct 2024