Við Tórði á túri
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
More episodes
-
490 - Við Tórði á gongutúri millum Mikladal og Trøllanes - seinni parturMon, 23 Sep 2024
-
489 - Við Tórði á gongutúri millum Mikladal og Trøllanes - fyrri parturMon, 16 Sep 2024
-
488 - Við Tórði á túri við skotgravirnar við ToftavatnMon, 10 Jun 2024
-
487 - Við Tórði á túri í prestagørðumMon, 3 Jun 2024
-
486 - Við Tórði á túri hjá 101 ára gomlu Astrid Joensen á EiðiMon, 27 May 2024